Í dag eru góð tíðindi at frætta hjá teimum, sum dáma væl Ozzy Osbourne og Black Sabbath, tí nú er greitt, at bólkurin vitjar í Keypmannahavn í november.
Síðsta ár skuldi bólkurin á heimsrundferð, men orsaka av, at guitaristurin Tommy Iommi tá fekk staðfest krabbamein, varð konsertinferðin avlýst. Nú er bólkurin til reiðar við einari stórar rundferð, og tað merkir, at teir fara at framføra kring Evropa, og teir spæla í Forum í Keypmannahavn 26. november. Áðrenn hetta vitja teir í Finnlandi, Svøríki og Norra.
Black Sabbath hevur eisini eina nýggja fløgu ávegis. Fløgan "13" kemur út í juni í ár. Bólkurin er kendur sum tann bólkur, sum skapti heavy metal sjangruna. Upprunalimirnir í bólkinum, the Prince of Darkness: Ozzy Osbourne, Geezer Butler og Tony Iommi hava á fløguni "13" sligið seg saman við framleiðaranum Rick Rubin.
Hetta veit heimasíðan hjá DR at siga í dag.










