Ozzy Osbourne, The Prince of Darkness, sum hann eisini verður róptur, vitjar í Danmark næsta summar. Danmarks Smukkeste Festival hevur í morgun kunngjørt fyrsta navnið, sum spælir á festivalinum í august 2011 og tað er ikki hvør sum helst.
Ossy Osbourne gjørdist kendur sum forsangari í Black Sabbath, men varð tveittur úr bólkinum, tí hann hevði so stórar trupulleikar av rúsdrekka. Men Ozzy Osbourne lat seg ikki sláa út av hesum, hann gjørdi sín egna bólk og koyrdi á víðari. So seint sum í juni í ár kom seinasta útgávan frá nú 63 ára gamla Ozzy Osbourne á marknaðin.
Tað er tó ikki einans sum tónleikari, at The Prince of Darkness hevur gjørt vart við seg. Fyri nøkrum árum síðani játtaði hann at vera partur av realitysjónvarpsrøðini hjá MTV, The Osbournes, har tónleikarásin fylgdi honum og familju hansara í gerandisdegnum.
Seinast Ozzy Osbourne spældi í Danmark var í ár, tá hann spældi í Messecenter Herning. Eitt ár seinni verður hann so á Danmarks Smukkeste Festival, sum eru dagarnar 10. - 14. august.