Ozzy Osbourne til Danmarkar

Sambært gaffa.dk fer heimskenda rokkstjørnan at rokka pallin í Messecenter Herning í august Myrkursins prinsur, sum hann eisini kallast, hevur hildið á í nógv ár nú.

 

John Michael ?Ozzy? Osbourne fekk sína fyrsta gjøgnumbrot við bólkinum Black Sabbath í sjeytiárunum. Hareftir er hann farin solo og er vorðin kendur sum ?The Godfather of Heavy Metal.?

 

Fyri stuttum gav hann nýggja fløgu út, ið kallast ?Scream?, og tískil fer hann á konsertferð um heimin, ið 30. august leiðir hann til Herning í Danmark.

Her fer hann at spæla sangir frá sínum stóra úrvali av tónleiki, ið dekkar yvir í alt 18 plátur ? átta við Black Sabbath og 10 einstaklingafløgur.

 

Ozzy Osbourne kann upplivast í Messecenter Herning 30. august, og atgongumerkjasølan byrjan fríggjadagin 23. apríl kl. 09:00 føroyska tíð á billetlugen.dk.