Kendi rocksangarin Ozzy Osbourne hevur verið giftur konu síni í 33 ár. Men nú er hetta søga, vilja enskir miðlar vera við.
Orsøkin sigst ikki vera alkoholtrupulleikarnir hjá Black Sabbath sangaranum, tí hann hevur ikki drukkið í 4 ár.
The Sun vil vera við, at orsøkin til skilnaðin er, at Sharon hevur funnið útav, at Ozzy hevur verið uttangarðs, og er tað saman við einum stylisti, ið hann hevur starvast saman við.