Oyvindur sleppur ikki at stongja Skálafjørðin

Jákup Emil Hansen, Århus

Havi júst sitið og lurtað eftir tíðindunum hjá útvarpinum á netinum frá 19/01-07. Má siga, at eg var ikki sørt skakkur av argumentunum, sum stjórin í Landsverki, Oyvindi Brimnes, nýtir at fáa eina brúgv lagda um Skálafjørðin. Tað, at Oyvindur helst vil hava eina brúgv ístaðinfyri eina rundkoyring undir Saltnesgrynnuni, er ikki nakað nýtt, men tað nýggja er, at Oyvindur nú er farin at blanda sína egnu politisku sannføring upp í málið. Tað er ongin loyna, at Skálafjørðurin er tað best egnaða staðið í Føroyum at leggja eina komandi oljuhavn. Hesin møguleikin er burtur, um loysnin hjá Oyvindi verður nýtt. Hesum er Oyvindur sjálvandi fullgreiður um, men tað, sum fær meg at skriva hetta lesarabrævið, er tað, ið Oyvindur sigur í viðtaluni við tíðindamannin: ”… at um boriplatformar skuldu komið til Føroyar er ikki neyðugt, at teir endiliga skulu inn á Skálafjørðin.”. Ein hevur hug at spyrja, síðani nær hevur stjórin á Landsverki fingið til uppgávu at úttala seg sum politikkari? Tann, sum ikki visti betur kundi fingið ta fatan, at maðurin rennur politisk ørindir fyri fólk, ið hava áhuga ella hava sum mál, at oljuhavnin skal liggja aðrastaðni enn á Skálafjørðinum. Um so er veit eg ikki, men eg havi altíð hildið, at Landsverk bert skal vera ein ráðgevandi myndugleiki tá umræður infrakervi.

Fyri og ímóti
Tað, sum Oyvindur serliga leggur dent á í sínari argumentation fyri einari brúgv, er at ein rundkoyring í einum undirsjóvartunli gongur í móti teimum normum, sum Landsverk gongur eftir. Eg eri ikki serkønur á umráðnum, men eg fái illa ímyndað mær, at tey, sum hava staðið fyri tí stóra fyrireikingararbeiðinum, ikki hava gjørt sítt arbeiðið til lítar og fingið ta neyðugu ráðgevingina frá útlendskum serkønum.
Tað næsta argumentið, sum Oyvindur fleiri ferðir hevur drigið fram, er eitt av teimum meira skemtiligu. Hann sigur: at við einari brúgv kunnu fólk bæði fara til gongu ella á súkklu, tá tey skulu yvir um fjørðin. At hetta skal vera ein grundgeving fyri at stongja størsta fjørðin í Føroyum fyri stórum skipum og oljuboriplatformum, er bæði flennandi og grátandi at. Fyri hansara skuld velji eg tó bert at taka hetta sum skemt, annað kann tað ikki vera, um ikki ein fjald politisk dagsskrá liggur aftanfyri.
Í greinini, ”Eiga ikki í sjálvdrátti at leggja landsveganetið” í Sosialinum frá oktober, leggur Oyvindur dent á, at brúgvin kemur at verða nóg høg til, at Norrøna kann sigla undir henni. Heilt erligt, Skálafjørðurin skal kunna brúkast til nógv annað, ikki bert eina komandi oljuvinnu, men so sanniliga eisini ferðavinnu. Ferðavinnan í Føroyum hevur stórt potentiali og kemur at vaksa seg størri enn hon er í dag. Vøksturin kann m. a. síggjast aftur í teimum mongu stóru ferðamannaskipunum, sum vitja Føroyar. Hesi skip, kunnu kasta rættiliga fitt av sær til nærumhvørvi, og vildi hesin møguleikin fyri ein stóran part verið horvin fyri Skálafjørðin, um loysnin hjá Oyvindi verður fylgd. Harafturat vildi ein stór brúgv um Skálafjørðin neyvan prýtt nátturuna, men heldur skemmað hana.
Tað er av alstórum týdningi, at kommunurnar um Skálafjørðin duga at standa saman og tora at taka tvístøðuna upp, ið uttan iva vil standast av hesum máli, sum t.d. ætlanini at leggja eina brúgv um fjørðin, ið uttan iva vil fáa stórar neiligar avleiðingar fyri framtíðarmøguleikar fjørðsins at menna seg. Ein brúgv um fjørðin merkir: mistar inntøkur, ikki bert fyri Runavík, men allan fjørðin.