Oyvindur Brimnes koyrdur frá

Fløkjan hjá Landsverki í málinum um Skúladepin í Hovi hevur nú kostað landsverksfrøðinginum starvið. Innlendismálaráðið boðar frá, at Oyvindur Brimnes er farin frá sum stjóri á Landsverk.

- Grundað á málið um byggingina av Skúladeplinum í Hovi, hava Oyvindur Brimnes og Innlendismálaráðið avgjørt at enda samstarvið. Oyvindur Brimnes er tí í dag farin úr starvinum sum stjóri fyri Landsverk, stendur í tíðindaskrivinum.

Landsstýriskvinnan hevur gjørt av, at Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, fyribils røkir uppgávur stjórans á Landsverk.

Oyvindur Brimnes hevur verið stjóri á Landsverki síðani 2000.

Stjórar á Landsverki hava verið:

Oyvindur Brimnes 2000-2010

Hans Biskobstø 1998-2000

Henning Jacobsen 1988-1998

Mikkjal Helmsdal 1948-1988