Oyvindur Brimnes eigur at fáa medalju

Stjórin á Landsverki ger tað einasta rætta, tá ið hann vísur á, at avlopið av Eysturoyartunnlinum kann gjalda fyri einum møguligum Sandoyartunnli

Politikarar taka støðu til hvussu samfelagið verður útbygt. Fremsti ráðgevin í undirstøðukervinum í hesum landi er Landsverk. Sjálvandi eigur hesin stovnur, so sakliga hann kann, at upplýsa Føroyingum og myndugleikum um hvørjar útbyggingar eru bestar at gera í mun til politisku málsetningarnar fyri landið.

 

Í hesum førinum vísir hann á ein máta at rinda fyri Sandoyrartunnlinum. Hann hevur mett, at Eysturoyartunnilin fer at geva so mikið nógv av sær, at um vit øll eiga hann, so megnar hann at rinda fyri Sandoyrartunnlin.

 

Við hesum ger stjórin í Landsverk sítt starv til lítar, og hetta eigur hann rós uppiborið fyri.