Oyrasund ov heitt til gýting

Fleiri og fleiri fiskasløg, sum eru vanlig inni á Miðalhavinum, eru nú at síggja í Oyrasundi

Leiðarin á Øresundsakvariet stúrir fyri, at sjógvurin í Oyrasundi skjótt verður ov heitur til, at toskurin kann gýta á hesum leiðum.

Oyrasund er einasta staðið, har toskurin fær hampiligan frið, tí loyvt er ikki at veiða við troli í økinum.

Danir siga, at fleiri og fleiri fiskasløg, sum eru vanlig inni á Miðalhavinum, nú eru at síggja í Oyrasundi.

Hetta meta teir sum enn eitt tekin um, at náttúruviðurskiftini í Oyrasundi broytast.