Oyrarmaður á gosi

Hann er altíð á gosi av berum blíðskapi og fryntligheit, Oyrarmaðurin. Soleiðis verður
hann nevndur í svimjihallarhøpi í Gundadali í Havn. Hann eitur Jákup Johannesen, umframt at hann verður róptur Jákup á Oyri og so Oyrarmaðurin, tí hann er av Oyri

Sonne Smith
---------------
Hann fylti 80 tann 1. oktober í ár. Hann hevur verið fastur fúsur í Svimjihøllini í Gundadali mest sum hvønn gerandisdag og leygardag, kanska eisini sunnudag, í mong ár. Tá ið hann kemur til lúkuna í móttøkuni í svimjihøllini heilsar hann og prátar hann dúgliga við hana ella hann, ið útflýggjar honum lykil til klædnaskápið í skiftingarrúminum hjá monnum (sjálvandi!).

Kjak á hægsta hitastigi
Eisini í hitarúminum í svimjihøllini er Jákup á Oyri fastur fúsur, og sum vant er kjakið í hesum rúmi á hægsta hitastigi. Jákup gongur skjótt aftur og fram í rúminum, har hitastigini liggja millum 80 og 90 stig. Hitin tykist ikki at nerva Jákup. Hann er við í øllum orðaskifti har inni. Honum dámar best at vera á gosi. Ivaleyst tí, at hann fylgir væl við, og hjá honum fer helst einki aftur við borðinum. Jákup er gamal sjómaður. Hann sigldi úti í eini 25 ár, áðrenn hann fór í land og støðaðist fast á Oyri, Hann er giftur og eigur fýra børn og fleiri abbabørn.

Maskinmeistari
Jákup Johannesen fór í læru hjá Kjartani, sum hann sjálvur tekur til. Kjartan var Tórshavnar Skipasmiðja og Kjartan Mohr. Har fór Jákup blaðungur í smiðjulæru, og ta tíðina búði hann sjálvandi í Havn, tí tá í tíðini bar ikki til at ferðast ímillum hvønn dag sum nú, enn og minni til sovorðið luksus sum at svimja í Havn.

Miðskeiðis í hálvtrýssunum, áðrenn Jákup fór á maskinskúla, fór hann út at sigla við einum norskum tangaskipi upp á 19.000 tons. Eitt lítið skip, eisini eftir tátíðar viðurskiftum. Teir mynstraðu í Antwerpen og sigldu suður í Persaflógvan eftir olju og haðani til Australia. Tað var tann fasta rutan, sigur Jákup. Seinni fór hann at sigla sum maskinmeistari hjá Mærsk í eini 25 ár. Eitt skifti við stykkjagóðsbáti, annars við tangaskipi. Hetta var tíðin, tá ið Jákup sigldi úti á øllum heimshøvum.

Alverkamaðurin á landi
Tá ið Jákup fór í land í Føroyum var hann á Landsfjósinum hjá Landsverkfrøðinginum, nú Landsverki, í fimm ár. Landsfjósið er støðin, smiðjan, verkstaðurin, har Landsverk hevur sínar mongu maskinur inni til umvælingar og røkt. Landsfjósið, ið stendur millum Hósvík og Kollafjørð, fekk navnið, tí Landsverkfrøðingurin hevði sínar gravkýr standandi har til ambætingar.

Seinni aftur varð Jákup alverkamaður hjá Sunda Kommunu í nøkur ár. Hann røkti alt arbeiði, sum ein maskinmeistari kundi hava hjá eini kommunu, eitt nú hegn og skip.

Hann elskar at dansa
Líka síðan Jákup fór í læru hjá Kjartan Mohr á sinni, hevur hann røkt sítt besta ítriv: dansin.

- At dansa er tað besta, eg veit, sigur Oyrarmaðurin avgjørdur. Eg fór í Sjónleikarhúsið hvørt einasta sunnukvøld í dans og mikukvøld í Tórshøll, og tað var hvørt tað einasta kvøld ein túr út á kaina.

Er okkurt stórtiltak í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn og aðrastaðni við, so er Jákup har.

- Eg fari allastaðni har, sum futtur er í. Eitt tað besta staðið er høllin á Hálsi og so Hotel Føroyar. Ja, og so í Eydnuni á Oyrabakka, tá ið tað er nakað har.

Jákup elskar at dansa. Hann hevur dansað frá tí hann fór í læru. Honum dámar allan musikk, sigur hann, bæði villan og róligan. So vit kunnu altíð vænta at síggja og hitta henda spelkna oyrarmann har, sum dansað verður. Hjá honum er 80 ár eingin aldur í so máta...