Oyrareingir - Signabøur

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður
-----
Løgtingið samtykti miku­kvøld­ið á fíggjarlógini fyri 2014 at breiðka veg­in frá havnalagnum á Oyr­a­r­eingj­um og út á Signabø.
Hetta er annað árið á rað, at Løgtingið játtar pening til á­bøtur á vegakervið í Koll­a­firði.
Til jóla í fjør samtykti Løg­­­tingið at betra til- og frá­koyringina við Sjógv í Kolla­firði. Arbeiðið fór í gongd í heyst og verður liðugt aftan ­á ársskiftið. Tá arbeiðið er lið­ugt verð­ur ein av vandamiklu ferðslu­teinunum á lands­veg­num munandi tryggari - til stórt gagn fyri bygdafólkið og fyri ferðsluna, sum koyrir fram­við.
Tá vegateinurin út á Signa­­­bø er breiðkaður verð­ur hetta eisini til stóran bata fyri trygdina á leiðini, um­­framt at tunga og lætta ferðsl­an fer at hava munandi betri umstøður.