Oyrahandilin aftur til sín rætt

Leygardagin 4. mai klokkan 10, tá bátafestivalur er á Toftum, letur gamli Oyrahandilin á Toftum uppaftur í nýggjum hami.

Navia flytir sín handil, sum seinastu árini hevur verið í hølunum hjá Sannu á Toftum, í Oyrahandilin og klædnahandilin Insito, ið selur konufólkaklæði og sum áður hevur húsast í Oyrahandlinum, flytir nú innaftur.

Í miðhæddini verða skrivstovur hjá Navia, AT Bókhaldi, umframt at OM Føroyar, ið er partur av altjóða trúboðarafelagsskapinum, sum eigur gomlu Norrønu, eisini fer at hava sína skrivstovu her. Í kjallarahæddini fer Navia at hava sína goymslu.

Bygningurin hevur tó ikki ligið púrasta í dvala øll hesi ár, síðan stóri handilin í Oyrunum læt aftur fyri 30 árum síðan. Men, hetta verður so fyrstu ferð, at virksemi aftur verður í øllum hæddunum.

Tað er Navia við Óla Kristian á Torkilsheyggi, sum nú eigur Oyrahandilin, ið frameftir fer at verða ein virkin partur av handilslívinum í økinum.

Óli Kristian á Torkilsheyggi sigur, at tey hava gjørt av, at felagsnavnið fyri bygningin - Oyrahandilin sum bygningurin hevur verið róptur síðan ár 1904 - verður varðveitt sum høvuðsnavn.

Hetta er gamla høvuðssætið hjá D.P.Højgaard-brøðrunum, Hans Olivuri og Ingvardi Højgaard.

- Í Klaksvík høvdu tey Kjølbro, og á Skálafjørðinum høvdu vit D.P.Højgaard. Í fimmtiárunum arbeiddu 420 fólk út frá Oyrahandlinum, 220 á sjónum og 200 á landi. Nógv fiskaarbeiði var í turkihúsinum niðanfyri sjálvan Oyrahandilin.

Hann vísir á, at í Oyrahandlinum fyri tríati árum síðan fekst tú mang og hvat. Her var matur, klæðir, máling og glas - fyri at nevna nøkur ting úr rúgvuni.

- Tað er við virðing fyri søguni um hetta týdningarmikla virksemi, at vit hava valt at brúka navnið Oyrahandilin sum høvuðsnavn, sigur Óli Kristian á Torkilsheyggi.