Kommunumál
Oyndarfirði:
Oyndfirðingar stríðast ein harðan dyst móti gamlari kommunuskuld. Kommunala skuldin er umleið hálvtriðja álíkning, sigur Árni Joensen, borgarrstjóri í Oyndarfjarðar Kommunu.
Kommunalu arbeiðini, sum gjørd verða í Oyndarfirði komandi árini, verða øll slík, sum neyðugt er at gera. Viðlíkahald, sum ikki slepst uttan um, sigur hann.
Men hann hevur vónir um, at tað fer at verða liviligari í bygdini, tí sum er verður goldið niður av skuldini. Eisini er hann sannførdur um, at skattaprosentið má lækkast nakað, eins og hann heldur, at barnafrádrátturin væl kundi verið hægri uttan tó at lova, at so verður.
Ymisk virksemi
Hóast stóru skuldina, er ymiskt kommunal virksemi í Oyndarfjarðar Kommunu. Tað er spjatt, sigur borgarstjórin, og verður í fleiri førum gjørt í smáum. Men slíkar eru treytirnar, sigur hann.
Samlaða skattainntøkan í Oyndarfjarðar Kommunu liggur um góðar fýra milliónur krónur, meðan skuldin er 1,4 millión.
?Tað sigur seg sjálvt, sigur Árni Joensen, at tá tú skal gjalda ein fjórðing av so lítlari inntøku fyri skuld, verður lítið eftir at gera annað fyri.
Men treyðugt so. Ruskpláss verður gjørt, Kloakkir verða lagdar, havnin verður reinsað, vegir asfalteraðir, brandstøð og brandlið hava oyndfirðingar fingið, útstykking er á veg, eins og skúlin skal byggjast út.
?Hygg, hatta ljóðar øgiliga nógv. Men sannleikin er, at vit taka tað í smáum, sigur borgarstjórin.
Eins og so nógva aðrastaðni er eisini útstykking á veg í Oyndarfirði, greiðir borgarstjórin frá. Ein útstykking við sjey grundstykkjum. Eitt er longu selt, meðan eitt annað er umbiðið.
Skúlarnir
Tveir skúlar eru í Oyndarfirði, og báðir standa fyri umvælingum og útbygging.
Nú er tað sjálvandi ikki so, at báðir verða brúktir til vanliga skúlagongd. Gamli Skúli, tey kalla, hýsir í løtuni læknaviðtaluhølunum hjá kommununi.
Men haðani skal læknin helst flyta nakað skjótt í onnur høli í nýggja skúlanum, sigur Árni Joensen.
Grundin er, at Gamli Skúli er friðaður, og gjørt er av at seta hann í sama stand, hann var í, tá hann varð bygdur í 1876.
Milum annað skal skúlastovan gerast aftur, sum hon var var, og flag leggjast aftur á takið.
Eisini nýggi skúlin skal hava ábøtur. Byggjast skal upp í hann, greiðir borgarstjórin frá.
Tað arbeiðið, vónar hann, kann farast undir einaferð eftir summarfrítíðina.
Annars verður kloakkskipanin gjørd av nýggjum í Oyndarfiðri, eins og umhvørvisplássið, sum ruskøkið nú verður nevnt, eisini skal gerast av nýggjum.
Tað varð planerað í fjør. Dekkið verður stoypt í ár. Og so verður tað helst gjørt liðugt komandi ár.
?Soleiðis arbeiða vit, tí tað eru vit noyddir til, sigur Árni Joensen borgastjóri í Oyndarfjarðar Kommunu, sum soleiðis vil lýsa fíggjarligu støðuna, sum hon er.
Vegirnir í bygdini skulu eisini asfalterast, sigur hann og leggur afturat, at tað treingir eisini til.
Oyndfirðingar hava fingið brandatøð og sløkkiútgerð. Teir hava so lænt ein brandjeep, sum borgarstjórin tekur til, frá Fuglafjarðar Kommunu.
Árni Joensen fegnast um tað góða samstarvið, ið er við Fuglafjarðar Kommunu, sum letur oyndfirðingum bæði skrivarahjálp, eins og góða hjálp á tekniska økinum.
Havnin
Beinleiðis grundin til stóru kommunuskuldina í Oyndarfirði eru havnin og saltfiskahúsið hjá kommununi, sigur borgarstjórin.
Oyndarfjørður hevur góða havn, og kommunan eigur eitt saltfiskahús á havnarlagnum. Húsið verður í dag leigað út, men best hevði verið at fingið tað selt, um tað hevði borið til, sigur Árni Joensen.
Í dag er steindeytt á havnarlagnum, sigur hann. Grundin er, at sóttreinsað er eftir ILA sjúkuna, sum var í alivnnuni á firðinum, og økið liggur í karantenu í eitt hálvt ár. So virksemi verður einki fyrr enn í fyrsta lagi í summar, væntar borgarstjórin.
Í sambandi við ILA sjúkuna er øll havnin reinsað, greiðir hann frá. Alt, sum á botni lá, er grabbað upp, eins og fortøjningsketurnar og botnketan eru tiknar upp og skiftar út.
Sosialurin vælkomin
Eins og aðrir borgarstjórar í Eysturoynni, Sosialurin hevur tosað við, fegnast Árni Joensen um, at Sosialurin letur upp redaktión í Eysturoynni.
?Tað haldi eg nógv um, og eg eri sannførdur um, at tað fer at gagna bæði økinum og blaðnum.
?Vit, sum búgva í økinum, fara ivaleyst at kenna tað sum ein part av økinum, og fara uttan iva at støkka inn á gólvið soleiðis av og á, tá vit hava okkurt upp á hjarta, væntar borgarstjórin í Oyndarfirði, sum ynskir Sosialinum vælkomnum til teirra.