Oyndarfjørður í sorg

- Her stendur alt stilt, tað er sum eitt stórt tómrúm, sigur Hallur Ellingsgaard, býráðslimur í Runavíkar kommunu

- Her stendur alt stilt, og tær fattast orð, sigur Hallur Ellingsgaard, tá Sosialurin tosaði við hann í morgun.
Hann hevur verið lærari í mong ár, og hevur eisini verið lærari hjá hesum báðum 22 og 20 ára gomlu.
- Ungdómurin her heldur ógvuliga nógv saman, og hesir báðir vóru bestu vinmenn, sigur Hallur Ellingsgaard.
Tá vit fingu orðið á hann, gjørdi hann seg til reiðar at fara at leita, nú leitingin varð upp aftur tikin kokkan 10 í morgun.
- Øll, sum eru før fyri tí, fara at leita aftur í dag fram við strondini at vita, um har er nakað at síggja, sigur Hallur Elliongsgaard.
Hann sigur, at har hevur verið ein rúgva av fólki og leita hesat dagarnar.
- Tað er fólk av Eiði og úr Norðoyggjunum og Havn og so sjálvandi úr Runavíkar kommunu, sigur Hallur Ellingsgaard.
Hann sigur, at Oyndarfjørður er í sorg.
- Í allarhægsra grad, sigur Hallur Ellingsgaard, sum ikki vil koma inn á, hvussu og hví vanlukkan hendi.