OyL99: Svimjararnir fingið fyrsta gullmerki

Gotland 99: Beint eftir klokkan hálvgun seks føroyska tíð, kom fyrsta føroyska gullmerkið á Oyggjaleikunum hesaferð - og eins og so mangan vóru tað svimjararnir, sum gjørdu bart

So eydnaðist tað!!

Føroyar hava fingið sítt fyrsta gullheiðursmerki, og eins og so ofta fyrr, var tað svimjilandsliðið, sum útvegaði okkum eitt heiðursmerki av fínasta slag.

Fyrsta gullmerkið kom í 50 metra frísvimjing fyri lið hjá monnum.

Føroysku garparnir, sum vunnu gull vóru Eivind Eysturoy, Asbjørn Hanse, Heini Harryson og Heini Rasmussen.

Føroysku svimjararnir vunnu í tíðini 1.49,05. Teimum á baki komu svimjararnirav Isle of Man, og teir vóru minni enn eitt sekund aftan fyri føroyingar. Tíðin hjá mansbúgvunum var 1.49,76.

Bronsumerkið fór til Isle of Wight í tíðini 1.50,14.

Vit ynskja svimjarunum hjartaliga tillukku við gullinum!