Føroysku borðtennisleikararnir hava lagt bragdliga fyri í liðkappingini.
Tíðliga í dag vunnu Føroyar 5-2 á Minorka, og seinni í dag vunnu Føroyar 7-0 á Hetlandi.
Klokkan 18.45 spæla Føroyar ein lykladyst móti sterka liðnum úr Gotlandi. Gotland vann fyrr í dag 4-3 á Álandi.