Oyggjaleikareglurnar lata upp fyri, at tá ein íðkari hevur búð í einum oyggjaleikalandi í eitt ávíst áramál, so kann viðkomandi maður ella kvinna umboða hetta oyggjaleikalandið til oyggjaleikirnar.
Ein av teimum sum hevur vunnið sær rættin at umboða Føroyar á oyggjaleikunum á Guernsey er Wong Fai Fin, ið upprunaliga er úr Malaysia.
29 ára gamli Wong Fai Yin er í gerandisdegnum leikandi hjálparlandsliðsvenjari og høvuðsvenjari í Havnar Badmintonfelag.
Badmintonsamband Føroya skrivar um Wong Fai Yin: - Tað eru heldur ikki hissini badmintonroyndir, sum tá 25 ára gamli Wong hevði við sær til Føroya við komu í 2019. Í badminton verður kappingin Sudirman vanliga nevnd heimsmeistaraskapið fyri lið, og spurdur um besta úrslit hansara, vísir Wong á, at hann í 2015 saman við sínum liðfeløgum frá Malaysia kom í fjórðingsfinaluna í Sudirman heimsmeistaraskapinum fyri lið. Soleiðis var Wong einaferð nummar 38 í blandaðum tvímansleiki hjá Badminton World Federation. Tað er soleiðis ein fyrrverandi Topp 50 leikari, sum verður við føroyska landsliðnum á Guernsey.
Í Føroyum hevur Wong eisini gjørt vart við sum leikari í ár, tí til Kontrast FM fyrr í ár gjørdist hann saman við Akseli Poulsen føroyameistari í tvímansleiki.
Hvørjar væntanir hevur Wong til oyggjaleikirnar á Guernsey? - Eg veit ikki, hvat vit kunnu væntað av hinum liðunum á Guernsey, men persónliga vænti eg, at okkara góða lið kemur í finaluna í liðkappingini, meðan eg sjálvur fari eftir gullheiðursmerki í míni kapping. Skrivar Badmintonsamband Føroya.