##med2##
Heðin Mortensen, borgarstjóri er avgjørt sannførdur um, at Havnin og Føroyar eru til reiðar at hýsa oyggjaleikunum.
Langhylurin í Gundadali er skjótt liðugur og innan stutta tíð er Føroya Arena liðug, og verandi hallir og vøllir eru avgjørt í standi til at taka móti oyggjaleikunum.
Spurdur um golfvøllin á Glyvursnesi sigur Heðin, at vøllurin verður, ið hvussu er klárur við níggju holum, sum er minsta mark til oyggjaleikir, so tann parturin verður eisini oyggjaleikabúgvin
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna in.fo gjørdi við Heðin Mortensen úti á oynni Herm uttanfyri Guernsey.