Kurvabóltsmennirnir iðra seg. Teir taptu 63-73 fyri Oynni Wight í tí fyrsta dystinum.
Dánjal Hansen gjørdist toppskjútti við 17 stigum.
Sambært vanganum á Facebook hjá Kurvabóltsambandi Føroya kunnu føroysku leikararnir iðra seg, tí við meira neyvleika kundu Føroyar verið omaná. Wight-búgvar vóru kaldari í avgerandi løtum.
Í morgin klokkan 14 fær føroyska liðið høvið at reisa seg aftur tá Ynis Mon verður mótstøðuliðið.











