OYL 23: Taptu fyri Caymanoyggjunum - eru úti av liðkappingini

Tað eydnaðist at vinna tvímansleikin, men báðir einmansleikirnir hjá Føroyum vóru taptir í fyrsta umfari í liðkappingini í Tennis

Mynd: Havnar Tennisfelag

Føroyar taptu 1-2 fyri Caymanoyggjunum í fyrsta umfarinum í liðkappingini í tennis, og eru úti av liðkappingini. 

 

Jón Brekku og Pætur M. Dahl vunnu tvímansleikin móti Calvin Cheng og Richardo Salon, meðan Pætur M. Dahl og Nicholas Thor Lind Petersson taptu sínar dystir í einmansleiki.

 

Nicholas tapti 3-6, 6-2 og 7-10 fyri Berno DeVillers.

 

Pætur tapti 3-6 og 2-6 fyri Callum Theaker.

 

 

 

Mynd: Havnar Tennisfelag