OYL 23: Taptu 2-5 fyri Gotlandi

Gotlendingar eru sum so mangan fyrr krútsterkir í borðtennis

Mynd: Borðtennissambandið

Aftaná 5-2 sigur á Minorka og 7-0 sigur á Hetlandi í dag máttu føroysku borðtennisleikararnir í kvøld lúta í liðkappingini.

 

Føroyar taptu 2-5 fyri einum sterkum liði úr Gotlandi.

 

Klokkan níggju í morgin spæla Føroyar móti Jersey, ið vann heili 6-1 á Álandi í dag, so tað føroyska liðið fær aftur ein torføran dyst. Jersey hevur vunnið allar tríggjar dystirnar higartil. 

 

Klokkan 16 í morgin spæla Føroyar móti Álandi. 

 

 

 

 

 

Mynd: Borðtennissambandið