OYL 23: Stella sýnir fram málningar á Guernsey

Á Quay gallarínum í St. Peter Port ber til at síggja tríggjar málningar hjá Stellu Zachariassen

Mynd: Petur Zachariassen

Millum føroysku miðlafólkini, ið eru til oyggjaleikirnar á Guernsey er myndakvinnan hjá FM1, Stella Zachariassen.

 

Stella fæst nógv við málningalist, og við sær til Guernsey hevði Stella tríggjar málningar av lundum. Lundin er tjóðarfuglurin hjá Guernsey-búgvum.

 

Stella fekk møguleikan at sýna fram teir tríggjar lundamálningarnar í Quay gallarínum í St. Peter Port.

 

Og soleiðis er eisini eitt føroyskt mentanarinnslag við á oyggjaleikunum á Guernsey.

 

Stella sigur, at lundar geva henni nógvan listarligan íblástur.

 

Mynd: Petur Zachariassen