OYL 23: Skjótingin vann tvær bronsur í dag

Føroyar vunnu bronsu í liðkappingunum í Olympiskt Skeet og í Olympiskum Trap

Mynd: Skjótisamband Føroya

Tað bleiv ein góður føroyskur dagur á skjótibreytini á oyggjaleikunum á Guernsey.

 

Fyrr í dag bleiv tað staðfest, at Tórur og Jóhann Fløtt vunnu bronsu í Olympiskt Skeet, og í kvøld er tað staðfest, at Finn Ludvig og Jón H. Jacobsen vunnu bronsu í Olympiskari Trap aftaná eina sera javna og spennandi kapping.

 

Finn og Jón endaðu á sama stigatali sum Guernsey og Minorka, á 162 stigum. Vinnararnir hjá Oynni Man høvdu 164 stig, og silvurvinnararnir hjá Sark høvdu 163 stig, so talan var um eina ófatuliga javna kapping. 

 

Mynd: Skjótisamband Føroya