OYL 23: Seint seinnapartin í dag ferðast ítróttarfólkini til Guernsey

Oyggjaleikirnir á Guernsey vera settir leygardagin klokkan 17

Frælsur Ítróttur í Føroyum hevur eitt stórt tal av íðkarum á oyggjaleikunum hesaferð (Mynd: FÍF)

Seint seinnapartin klokkan 17.35 ferðast føroyski oyggjaleikahópurin til Guernsey.  Ferðast verður beinleiðis úr Vágum til Guernsey.

 

Oyggjaleikirnir vera settir klokkan 17 leygardagin. Fyrstu kappingarnar byrja tíðliga sunnudagin.

 

Leikirnir enda fríggjadagin 14. juli.

 

Hetta er triðju ferð oyggjaleikirnir eru á Guernsey. Fyrstu ferð var í 1987 og aðru ferð var í 2003.

 

Miðlahúsið fer at hava eitt fólk á Guernsey, ið fer eftir førimuni at dekka oyggjaleikirnar, og tað fer at merkja in.fo komandi dagarnar.

 

 

 

Frælsur Ítróttur í Føroyum hevur eitt stórt tal av íðkarum á oyggjaleikunum hesaferð (Mynd: FÍF)