##med2##
Aftaná søguliga kurvabóltsdystin millum kvinnurnar hjá Føroyum og Oynna Man fingu vit á in.fo orðið á altjóða oyggjaleikaforsetan, álendingin, Jörgen Pettersson.
Fyri altjóða oyggjaleikanevndina var tað eyka serstakt at vera til setanina hesaferð.
Tað var ein tung, men ein røtt avgerð at avlýsa leikirnar í 2021, og flyta teir til 2023. Jörgen Pettersson heldur um nakað, at hesi tvey árini hava gjørt oyggjaleikirnar enn sterkari.
Oyggjaleikaforsetin fegnast um metstóra luttakaratalið av ítróttarfólkum, og fegnast eisini um, at komandi oyggjaleikirnar skulu tvey oyggjalond, ið ongantíð hava skipað fyri leikunum fyrr skipa fyri teimum. Orknoyggjar í 2025 og Ynis Mon í 2027. Hann fegnast eisini um tilgongdina av maltesisku oynni, Gozo.
Um Føroyar fáa oyggjaleikirnar í 2031 kann Jörgen Pettersson ikki seta nakað orð á um so verður ella ikki. Tann avgerðin fer at fella tá hon fellir.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Jörgen Pettersson.











