Brævpostkassarnir kring Bretland eru heilt øðrvísi enn teir postkassarnir vit eru von við at síggja í Føroyum og kring norðurlond.
Í bretskum londum og oyggjum er meira vanligt við sonevndum ”Pillarboxes”, brævpostkøssum. Tann elsta Pillboxin – brævpostkassin – er at finna á Union Street í høvuðsstaðnum á Guernsey, Saint Peter Port.
Brævpostkassin er frá tí Harrans ári 1853, og hevur sostatt heili 170 ár á baki.
Fyri íbúgvarnar á Guernsey ger brævpostkassin á Union Street ikki somu nyttu, sum í gomlum døgum nú samskiftið hevur flutt seg út á alnótina.
Men talan er um ein sjónligan og forkunnugan fornlut, ið Guernseybúgvar eru ernir av.
##med2##