Føroyar gjørdust nummar seks í liðkappingini í einkultstarti í súkkling.
Besti føroyski einstaklingurin var Torkil Veyhe, ið endaði á einum níggjunda plássi.
Tíðin hjá Torkili var 38:25.27. Vinnaratíðin hjá Kevin Chant frá Oynni Wight var 36:34.11.
Torkil var færri enn 26 sekund frá bronsuplássinum, har John Pallot úr Jersey hevði tíðina 37:59.64.
Helgi Winther Olsen var nummar 14 við tíðini 39:45.02.
Jákup Petur Eliasen var nummar 32 við tíðini 42:05.16.
Magni J. Hansen var nummar 40 við tíðini 43:05.51.
Bergtór T. Thomsen var nummar 42 við tíðini 44:01.62.
Í liðkappingini høvdu Jákup Petur Martinsson Eliassen, Magni Jóhansson Hansen, Helgi Winther Olsen, Bergtór Tórsteinsson Thomsen og Torkil Veyhe tíðina 2:00:15.4.
Oyggin Wight vann liðkappingina við tíðini 1:54:47.5.