OYL 23: Føroyar hava vunnið 707 heiðursmerki síðani 1985

Besta føroyska úrslitið vóru oyggjaleikirnir í Álandi í 2009

Pál Joensen á oyggjaleikunum í 2009

Síðani fyrstu oyggjaleikirnar á Oynni Man í 1985 hava Føroyar vunnið 707 oyggjaleikaheiðursmerki. Á teimum 18 oyggjaleikunum, ið hava verið higartil hava Føroyar vunnið 232 gullheiðursmerki, 211 silvurheiðursmerki og 264 bronsuheiðursmerki.

 

Besta føroyska úrslitið nakrantíð vóru oyggjaleikirnir á Álandi í 2009. Tá vunnu Føroyar 34 gullheiðursmerki, 23 silvurheiðursmerki og 24 bronsuheiðursmerki. Tað er einasta ferðin vit hava vunnið oyggjaleikirnar. Á seinastu oyggjaleikunum í Gibraltar í 2019 gjørdust Føroyar nummar trý av øllum oyggjalondunum. Á oyggjaleikunum í Gibraltar vunnu vit 22 gullheiðursmerki, 11 silvurheiðursmerki og 27 bronsuheiðursmerki .

 

Á oyggjaleikunum í Gotlandi í 2017 gjørdust Føroyar nummar tvey á samlaða heiðursmerkjayvirlitinum. Tá vunnu Føroyar 30 gullheiðursmerki, 27 silvurheiðursmerki og 30 bronsuheiðursmerki.

 

Á einastu oyggjaleikunum, ið eru hildnir í Føroyum gjørdust vit nummar trý. Á oyggjaleikunum í 1989 vóru vit bert eitt gullheiðursmerki aftanfyri Ísland, sum fá ár seinni fór úr oyggjaleikunum fyri at taka lut í Small Nations Games. 

 

Vánaligasta úrslitið í oyggjaleikasøguni hjá Føroyum vóru á fyrstu oyggjaleikunum á Oynni Man í 1985. Tá vunnu Føroyar bert tvey silvurheiðursmerki og eitt bronsuheiðursmerki. Í 1985 gjørdist Elmar Ósa føroysk fólkahetja, tá hann vann fyrsta føroyska oyggjaleikaheiðursmerkið nakrantíð. Elmar var næstskjótasti svimjarin á einum so løgnum teini sum 66 2/3 metrum. Ein teinur sum ikki hevði komið fyri á oyggjaleikunum í dag.

 

Ein sum vann Føroyum nógvan heiður kring heimin til EM og HM-kappingar var svimjilegendan úr Vági, Pál Joensen. Pál vann á oyggjaleikunum millum 2007 og 2015 ikki færri enn 27 oyggjaleikagullheiðursmerki í svimjing. Tey munaðu sera væl tá gerast skuldi upp í heiðursmerkjabýtinum millum oyggjaleikalondini. Á oyggjaleikunum í Álandi í 2009 og á Oynni Wight í 2011 kendist tað næstan sum Pál var ein rockstjørna, so nógv fokus var frá miðlafólkunum hjá hinum oyggjalondunum á avrikini hjá Páli.

 

Í 2013 kappaðust Føroyar ikki í svimjing á oyggjaleikunum á Bermuda. Tá vóru vit nummar sjey av øllum oyggjaleikalondunum við 36 heiðursmerkjum. Tvær ítróttargreinir sum hava vunnið Føroyum nógv heiðursmerki á oyggjaleikum eru fimleikur og judo. Tíverri eru fimleikur og judo ikki við á oyggjaleikunum á Guerney, og givið er, at tað skerjir møguleikan hjá Føroyum at enda millum tríggjar teir ovastu oyggjaleikatjóðirnar hesaferð. Seinast oyggjaleikirnir vóru á Guernsey var fyri 20 árum síðani, í 2003. Tá gjørdust Føroyar nummar átta í samlaða heiðursmerkjabýtinum við seks gullheiðursmerkjum, 10 silvurheiðursmerkjum og 12 bronsuheiðursmerkjum.

 

Pál Joensen á oyggjaleikunum í 2009