Fjórðingsfinalurnar gjørdust endastøðin hjá føroysku borðtennisleikarunum á oyggjaleikunum á Guernsey.
Henrietta Nielsen og Britt Michelsen vóru fyri einum ergiligum 0-3 tapi móti Lundblad/Schmidt úr Grønlandi. Settmunurin var 15-17, 14-16 og 11-13.