Hetta er triðja ferðin, at oyggjaleikir eru á Guernsey. Áður hevur Guernsey verið vertur fyri leikunum í 1987 og í 2003.
Fyrsta føroyska gullheiðurmerki á oyggjaleikum var vunnið á oyggjaleikunum á Guernsey í 1987. Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti syrgdi fyri fyrsta gullinum við einum 3-0 finalusigri á vertstjóðini.
Føroysku mennirnir taptu 0-3 fyri Álandi í finaluni og máttu taka til takkar við silvuri. Millum leikararnar hjá Álandi tann dagin er núverandi oyggjaleikaforsetin, Jörgen Pettersson. Síðani oyggjaleikirnar í 2017 hevur flogbóltur ikki verið á skránni, og tað er ósannlíkt, at flogbóltur verður á skránni á leikunum í Orknoyggjum í 2025, Ynis Mon í 2027 og á Oynni Man í 2029. Áhugin hjá teimum bretsku oyggjunum fyri flogbólti er lítil. Teimum tykist, at gamlamannaítrótturin, bowls (eitt slag av uttandura bowling) er týdningarmiklari at hava við á oyggjaleikunum enn t.d. flogbóltur. Men tað er so eitt val vit mugu góðtaka.
Vertsoyggjarnar sleppa altíð at velja nakrar av teirra yndisítróttargreinum. Føroyskur flogbóltur manglar tó ikki altjóða avbjóðingar, heldur tvørturímóti. Oyggjaleikirnir vera møguliga í Føroyum í 2031, og tá eru 14 ár gingin uttan flogbólt á oyggjaleikunum. Men tað er sjálvandi upplagt, at Føroyar hava flogbólt á skránni, tá vit eru vertir fyri oyggjaleikunum í 2031.
Á oyggjaleikunum í Gibraltar í 2019 helt Jörgen Pettersson fyri, at kurvabólturin hevur yvirtikið plássið hjá flogbóltunum á oyggjaleikunum. Ikki ein veruleiki, ið hann var glaður fyri, men ein veruleiki sum vit mugu góðtaka.
##med2##