Tað verður oyggjauppgerð millum Skála og Víking og gamli klassikarin millum HB og KÍ.
Í kvøld var drigið um, hvør skal spæla móti hvørjum í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Luturin fall soleiðis
8. mai HB – KÍ
9. mai Skála – Víkingur
22. mai KÍ – HB
23. mai Víkingur – Skála
Finalan millum tey bæði liðini, sum vera samantaldir vinnarar í hálvfinaluni, verður leygardagin 21. september.
KÍ og HB hittust í fyrsta umfari í landskappingini í Klaksvík. Tá var úrslitið 0-0.
Skála og Víkingur hava ikki enn spælt ímóti hvørjum øðrum í ársins landskapping. Tey hittast sunnudagin fimta mai.
Skála og Víkingur hittust í hálvfinaluni í 2016. Tá vann Víkingur 1-0 á Skála, meðan tað í Sarpugerði endaði 1-1.
KÍ og HB hittust seinast í hálvfinaluni fyri tjúgu árum síðani. Í 1999 vann HB 1-0 í Klaksvík, men KÍ spældi seg í finaluna við at vinna 2-1 í Gundadali.










