Oyggjatíðindi umhugsar at steðga blaðútgávu

Dan Klein, blaðstjóri á Oyggjatíðindi, sigur við Norðlýsið, at hann hevur umhugsað at steðga blaðútgávuni og brúka alla orkuna upp á eina heimasíðu. - Vit hava umhugsað at slept blaðútgávuni, og ístaðin kasta okkum út yvir heimasíðuna. Men eg eri sannførdur um, at tað er ikki rætt at sleppa blaðnum heilt. Trupuleikin við eini heimasíðu er, at fólk fáa alt ókeypis. Tí er umráðandi at ein finnur eina javnvág, men tað er eingin ivi um at vit fara at síggja Oyggjatíðindi á alnótini um ikki so langa tíð, sigur Dan Klein við Norðlýsið.

Oyggjatíðindi, sum kemur á gøturnar hósdagin, hevur 35 ár á baki. Fyrst sum partur av Norðlýsinum og síðani sum sjálvstøðugt lokalblað í Eysturoynni.