Á forsíðuni av Oyggjatíðindum boðar blaðstjórin frá, at blaðið nú gevst við at koma út í pappírsformi.
Undir yvirskriftini »Farvæl og takk« sigur Dan Klein, at teir nú gtevast við papírsútgávuni og byrja á internetinum.
»Hetta er seinasta eintak, sum Oyggjatðiðindi prentar á pappíri. Umstøðurnar og tænasturnar eru nú so ringar, at vit hava valt at sleppa hesi útgávuni, meðan gongd verður sett á internetútgávuna. Gongur, sum ætlað, kann pdf-útgávan keypast á netinum frá komandi viku á nýggjari heimasíðu. Tað er eisini ætlanin, at eldri bløð við áhugaverdum greinum skulu kunna keypast á netinum...«
Hetta merkir, at blaðið, ið er daterað fríggjadagur 9. September verður seinasta pappírsútgávan hjá Oyggjatíðindum.