Oyggjarvegurin ein deyðsfella

Mikil orrusta var um Oyggjarvegin í 1962. Býráðið stongdi vegin, tí mett varð, at hann var ov vandamikil at koyra eftir. Semja varð seinni gjørd um, hvussu arbeiðið við vegnum kundi halda fram

FYRI 40 ÁRUM SÍÐANI

Sosialurin skrivar 19. september í 1962 um Oyggjarvegin, sum enn ikki er bundin saman millum Havnina og Kollafjørð.
Blaðið skrivar: »Tórshavnar býráð hevur á eykabýráðsfundi gjørt landsstýrinum vart við, at kommunnunar partur av Oyggjarvegnum verður stongdur, um ikki nakað munandi verður gjørt beinanvegin fyri at bøta um hann.
Eisini hevur býráðið sagt landsstýrinum frá, at vegurin er sprongdur av koyring orsakað av tungum tólum og góðsi.
Býráðið hevur fingið svar frá landsstýrinum, men við tað, at tað ikki gongur býráðnum so mikið á møti, at ein nútímans umvæling kann fra fram, soleiðis at vegurin kann setast í ein tílíkan stand, at hann kann bera ta ferðslu, sum tað kann ætlast, at hann má og skal taka, sær býráðið sær ongar áðrar útvegir enn at steingja vegin fyri akførum.
Vegurin er í løtuni ein sonn deyðsfella fyri akfør.
Um ikki játtandi svar var komið til býráðsfundin í gjárkvøldið, vil býráðið taka tey neyðugu stig til steingja av vegin fyri akfør frá íkvøld at rokna.
Samtyktin er gjørd av øllum býráðslimunum.«
22. september 1962 skrivar Sosialurin, at býráðið í Havn nú hevur stongt Oyggjarvegin:
»Mikudagin gjørdi Havnar býráð av við 8 atkvøðum fyri at steingja Oyggjarvegin fyri allari koyrslu.
Hetta var so gjørt á midnátt. Tann parturin av vegnum, sum Havnar kommuna hevur latið gjørt, varð stongdur oman fyri grótbrotið niðan at markinum til Sundshagan, og innan fyri byrgingarnar vórðu settar stórar og tungar maskinur, ið vanliga verða nýttar til vegagerð.
Vegurin er ógvuliga vánaligur, og býráðarsins verkfrøðingur hevur sagt, at hann er ein sonn deyðsfella. Løgtingsins verkfrøðingar siga vegin at vera vánaligan, men kortini ikki so, at ikki er koyrandi á honum.
23. august hevur býráðið sagt landsstýrinum frá, at vegurin, tann parturin, sum kommunan hevur gjørt, er so vánaligur, at hann mátti verða stongdur, um ikki beinanvegin verður farið undir at bøta upp á hann. Hann varð sprongdur av koyringini til NATO-støðina. Teir bóðu um svar frá landsstýrinum áðrenn 15. september.
13. september svarar landsstýrið, men býráðið helt ikki, at tað veitti kommununi slíkar sømdir, at teir kundu góðtaka tær.«
Tann 14. september í 1962 fór løgmaður, Petur Mohr Dam, til Danmarkar at samráðast um peningaíløgu til vegagerð og her uppí fyrst og fremst pening til breiðkan av Oyggjarvegnum, skrivar Sosialurin eisini.
Ætlanin er, at Oyggjarvegurin skal hava somu breidd sum í minsta lagi sum vegurin frá Hórisgøtu í Kollfjarðardal, seks metrar, tí tað vil vera ógjørligt framveis at nýta vegin, so smalur hann er, og hartil vil hann við teirri nógvu koyring, ið nú er á honum, ikki verða til at halda í brúkiligum standi.
Við á ferðini var Helmsdal, landsverkfrøðingur, og ríkisumboðsmaðurin.
? Soleiðis liggur landið, tá býráðið fer fram eftir fummum og steingir vegin fyri allari koyrslu, staðfestir blaðið, og heldur fram:
? Ein fer tó at vóna, at hetta lítið umhugsaða stig býráðsins ikki fer at fáa til fylgju eina steðgan av samráðingunum um breiðkan av Oyggjarvegnum, tí tá hava Tórshavnar »vísu fedrar« reiðiliga sett krúnuna á verkið, sigur Sosialurin.
Sosialurin 26. september veit at siga, at løgmaður hevur sent fjarrit til Tórshavnar býráð, har hann sigur, at til várs (1963, red.) verður farið undir at gera hálvan annan km av Oyggjarvegnum oman fyri grótbrotið í somu breidd sum oman í Kollfjarðadal.
Vegurin letur nú uppaftur, og semja verður gjørd um vegaarbeiðið. Eisini verður semja gjørd við Forsvarets Bygningtjeneste um, at hon letur 175.000 krónur til arbeiðið.