Okkara nærmastu grannar, fólkini á Suðuroyggjum, Hetlandi og Orknoyggjum, vóru eisini á vali í gjár. Og har var eingin ivi - oyggjarbúgvarnir í okkara grannalandi vilja ikki hoyra talan um loysing.
Á Hetlandi atkvøddu 64% nei og 36% ja og á Orknoyggum atkvøddu 67% nei og 33% ja. Á Suðuroyggjum var úrslitið eitt sindur javnari, har atkvøddu 53% nei og 47% ja.
Tað sær tí út til, at hóast leiðin úr Lerwick til Havnar er væl styttri enn leiðin úr Lerwick til London, so er tað móti Westminster, at eygu og hjørtu hetlendina og hina oyggjabúgvanna eru vend.