Vágatunnilin
Vágar:
Stór oyggjakonsert verður i Vágum leygarkvøldið 14. december. Luttakararnir verða allir úr Vágum.
Í samband við, at Vágatunnilin verður latin upp, fara sangarar, tónleikarar og kvøðarar í Vágum at luttaka í gallakonsert á Giljanesi. Tiltakið verður í ítróttarhøllini klokkan átta leygarkvøldið í næstu viku.
Mads Karlo Johannsen sum vegna samskipanarbólkin hjá Felagskommununi í Vágum stendur fyri teimum tónleikaligu tiltøkunum, sum verða í samband við tunnilin, sigur, at hetta er ein møguleiki hjá tónleikalívinum í Vágum at vísa, hvat tey duga til, sum Mads tekur til.
Konsertin er skipa í tveir partar. Byrjað verður við barnkóri, og endað verður við felagssangi.
Fyrri parturin av konsertini er mest sangur. Tó so, at Sørvágs tónleikarafelag endar tann partin. Seinni partur er hinvegin mest tónleikabólkar, tó við Vága Dansifelag sum einum íleggi inn ímillum.
Luttakararnir fáa átta minuttir í part til sína skrá, og fyrireikararnir heita á øll um at vera tilreiðar, tá tey eiga tørn, so sum minst av tíð fer til at bíða.
Sjálv konserrtin endar við, at miðvágsbólkurin Bimbs fer at spæla Fagra blóma, sum áhoyrararnir so fáa høvi at syngja sum felagssang.
Ætlanin er so, at Vága Dansifelag skal skipa fyri, »a t dansa verður út«, sum sagt verður. Ringur verður sligin, og øll verða boðin uppí. Saktans verður onkur løtt vísa, sum tey flestu duga, tikin.