Oyggjarfundirnir vóru gevandi

Útoyggjanevndin heldur tíðarætlanina fyri sítt virksemi, og tey halda seg hava fingið nógv burtur úr Oyggjafundunum, sum hava verið kring landið

Eyðun Klakstein


Útoyggjanevndin, sum varð sett at kanna umstøðurnar og møguleikarnar fyri menning á útoyggjunum, heldur tíðarætlanina fyri sítt virksemi.

Í síðstu viku hevði nevndin fund, har tey viðgjørdu tað tilfarið, sum higartil er savnað inn. Eisini var arbeiðsætlan løgd fyri restina av arbeiðnum.

? Enn heldur tíðarætlanin, men summar frítíðin, sum nú er fyri framman, kann seinkað innsavningina av tilfari frá stovnum og fyritøkum, sigur Olga Biskopstø, sum er samskipari og formaður í útoyggjanevndini, í tíðindabrævi til fjølmiðlarnar.

Á fundinum, sum er tann næsti hjá útoyggjanevndini, viðgjørdi nevndin tað tilfar, sum higartil er savnað inn, og avgjørt var at seta fólk at hava ábyrgd av ymsum økjum av verkætlanini.

Nevndin viðgjørdi eisini nøkur av teimum evnunum, sum vísa seg at vera í brennideplium, millum annað landbúnaðurin, jarðarviðurskifti og samferðsla. Eisini viðgjørdi nevndin mentan og siðaarvin í sambandi við røkt av haga og bjørgum, sum er í vanda fyri at doyggja út, um ikki lógir og reglur á hesum øki verða lagaðar til.


Skrivstovuveldið

ein trupulleiki

Í tíðarskeiðinum frá 2. til 12. mai vórðu Oyggjarfundir hildnir ymsastaðni, og hesir fundur vóru bæði áhugaverdir og gevandi, heldur nevndin.

? Skrásetingin av tí, sum kom burtur úr hesum fundum, er um at vera liðug, og gevur eina góða mynd av umstøðunum, sum fólkið á útoyggjunum livir undir, sigur Olga Biskopstø.

? Tilfarið lýsir teir fyrimunir og tey lívsvirði, sum lívið á útoyggjunum hevur við sær, men vísir eisini, hví tað er so trupult framhaldandi at búsita útoyggjarnar.

Umframt vantandi arbeiðspláss og aðrar umstøður, er skrivstovuveldið og lógarverk eisini ein forðing fyri búsetingini á útoyggjunum.

? Forðingar fyri menning botn í fleiri ymiskum viðurskiftum, frá stirvnum og illa tillagaðum lógarverki til praktiskar forðngar ? millum annað í umsitingini, har tað kann verða trupult at finna runt í skrivstovuveldinum, sigur Olga Biskopstø í tíðindabrævinum.

? Eisini eru fleiri viðurskifti, sum bert krevja smávegis broytingar í dagligu mannagongdini í almennu tænastuveitingunum fyri at gera livilíkindini munandi betur.


Senda uppskot inn

Infrastruktururin er eitt øki, sum fyllir nógv í innsavnaða tilfarinum. Hetta verður mett sum lívsæðrin fyri menning, og millum annað verður tosað um tunnil til Gásadals og ferjuegu á Kalsoynni.

Øll uppskot, sum eru komin til útoyggjanevndina, verða viðgjørd, og enn ber eisini til at senda uppskot inn. Higartil eru uppskot innkomin, sum fevna frá ítøkiligum vinnuvirksemi til broytingar í jarðarlóggávuni.

Um fólk hava hug at senda uppskot inn ella gera onkrar viðmerkingar, ber til at senda hetta til Løgmansskrivstovuna og viðmerkja, at tað er ætlað Útoyggjaverkætlanini.