Fleiri av oyggjunum, sum taka lut í Oyggjaleikunum á Álandi, eru misnøgdar við umstøðurnar kring kappingarnar. Á leiðarafundum, sum hava verið, hevur nógv verið tosað um gistingina, sum ikki er tann besta hjá øllum oyggjunum, matarskipanin hevur verið ov avmarkandi, halda summar oyggjar, og bussambandið hevur ikki verið nøktandi.
- Vit búgva væl og eru væl fyri samanborið við nógv av tí, sum vit hoyra frá fleiri av hinum oyggjunum, sigur Sølvi Reinert Hansen, forseti í Ítróttarsambandinum.
Fleiri av oyggjunum finnast at bussambandinum, tí nógvir íðkarar hava einar 15-20 minuttir at ganga til nærmasta buss. Eisini eru ov fáir bussar á Álandi til at nøkta tann stóra tørvin, sum er í hesum døgum. Harafturat eru summar av oyggjunum spjaddar í gistingini, og matarskipanin letur ov tíðliga aftur, halda summar oyggjar.
- Vit hava havt samband við fyrireikararnar her á Álandi seinastu tvey árini, og vit hava roynt at verið tíðliga úti og roynt at trýst okkara krøv ígjøgnum, so vit eru væl fyri samanborið við nógvar av hinum oyggjunum, sigur Sølvi Reinert Hansen.