Oyggjaleikirnir á Jersey vera settir klokkan 19:00 í kvøld. Setanin fer fram á Howard Davis parkini, sum er mitt í St. Helier.
Setanin er týðandi partur leikunum, tí setanin hevur fleiri siðbundin innsløg, sum ganga aftur á øllum leikunum.
Tá limaoyggjarnar marsjera inn, gongur ein flaggberi fremst við Merkinum saman við einum vatnberara. ÍSF boðar í dag frá, at tað vera tær báðar Carlsson-systrarnar, Brynhild Djurhuus Carlsson og Rannvá Djurhuus Carlsson, sum koma at bera Merkið og vatnið. Brynhild Djurhuus Carlsson skal bera merkið, meðan systurin, Rannvá Djurhuus Carlsson, skal bera vatnið.
Vatnhátíðarhaldið er fastur partur av skránni, og tá fer ein íðkari frá hvørjari limaoyggj at koyra vatn í eitt felags kar.
Setanin í kvøld fer at taka á leið 2 tímar, og umleið 5000 fólk fáa atgongd til setanina.










