Í kvøld verða fimtandu Oyggjaleikirnir settir á National Sports Center í Hamilton á Bermuda, har tey yvir 1.600 ítróttarfólkini úr 22 oyggjasamfeløgum marsjera inn á vøllin.
Á odda fyri føroyska fylginum verður flogbóltsspælarin, Margit G. Joensen, sum skal bera Merkið. Hetta eru hennara áttandu leikir síðani 1995, so telist millum teirra, ið hava verið við oftast.
Vatnið er tað, allar oyggjarnar hava til felags, og í staðin fyri ein olympiskan eld, sum brennur undir olympisku leikunum, er vatn frá øllum oyggjunum savnað á einum stað, meðan leikirnir eru.
Heiðurin at vera føroyskur vatnberi, hevur fimleikarin, Aron Jacobsen, fingið frá fyrireikarunum, og hann er hartil yngsti av føroysku íðkarunum, sum eru við á Bermuda.
Millum klokkan 22.30 og 22, føroyska tíð, savnast øll við ítróttarøkið, har setanin verður, og klokkan 22.50 skulu øll vera klár til at fara undir innmarsjin – eitt oyggjasamfelag fyri og annað eftir.
Sjálvur innmarsjurin byrjar klokkan 23.05, og tá verður vatnhátíðarhaldið, vælkomurøður, oyggjaleikaeiðurin verður svorðin, og eisini verður undirhald og fýrverk, og setanin endar ætlandi umleið hálvan tíma eftir midnátt.










