Oyggjaleikirnir liva ikki upp til lyftini

Føroysk ítróttarfólk, leiðarar og miðlafólk hava havt trupulleikar á Oyggjaleikunum á Isle of Wight, og skjótt kunnu áskoðararnir eisini fáa trupulleikar.

 

Forsetin í Ítróttarsambandi Føroyar sig, urat Oyggjaleikirnir liva ikki upp til tað, sum lovað var frammanundan.

 

- Tað, sum er sagt við okkum, áðrenn vit fóru heimanífrá, er ikki tað sama, sum vit møta her. Tí tað er nógv verri, enn vit hava fingið fortalt. Eg var eisini her á Isle of Wight í fjør, og tá ljóðaði alt gott, men tað riggar bara ikki í praksis, sum tað var sagt tá, sigur Petur Elias Petersen.

 

Føroysku ítróttarfólkini hava havt ymiskar trupulleikar at byrja við. Millum annað ljóðaði tað frammanundan sera gott, hvussu ítróttarfólk skuldu eta, men tað hevur víst seg, at tað hava verið langar køir til matin, og tað hevur verið avmarkað og strangt við upplatingartíðunum á matstøðunum.

 

- Tað var ikki tað, sum vit høvdu fingið lovað frammanundan, og føroysku ítróttarliðini hava verið noydd at finna alternativar loysnir, so at summar ítróttargreinar nú gera mat sjálvar, og summar fáa mat uttanífrá til bústaðin, sigur Petur Elias Petersen.

 

Hann vísur eisini á, at internetsamband og fartelefonsamband er ikki nóg gott á Isle of Wight, og tað hevur eisini skapt ávísar trupulleikar. Og ferðasambandið við bussi til kappingarnar hevur ikki verið nóg gott fyri ítróttarfólkini.

 

Tað er eisini trongligt í nógvum av høllunum, har kappingar verða hildnar, og nú avgerandi dystir eru fyri framman, kunnu føroyskir áskoðarar fara at uppliva trupulleikar við at sleppa inn at hyggja eftir eitt nú flogbóltsdystum.