TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum Rás2/in.fo hevur gjørt við Dia Jacobsen úr Havn, sum er niðri á Jersey og vitjar vinfólk.
Og tað er ikki harra hvør sum helst á Jersey, sum Dia Jacobsen vitjar. Dia tók á sinni mong tøk fyri føroyska svimjilandsliðið á sjey oyggjaleikum, og á oyggjaleikunum á Gotlandi í 1999 knýtti hann vinarbond við sterka svimjaran av Jersey, Alexis Militis, sum á mangan hátt kann sigast at verða "Pál Joensen" á Jersey, sambært Dia.
Søgan um Dia Jacobsen og Alexis Militis er so eitt veruligt dømi um, at oyggjaleikirnir eru "The friendly games".









