Oyggjaleikirnir í 2019 í vanda

Knappliga er tað vorðið óvist um oyggjaleikirnir verða í Føroyum í 2019. Hetta skrivar Sosialurin, sum er komin í sølubúðirnar. Ítróttarsambandið hevur ikki fingið vissu fyri, at ein golfvøllur verður klárur á Glyvursnesi, og tað er sambært ÍSF-forsetanum, Peturi Eliasi Petersen eitt stórt minus, at lendið til golfvøllin ikki verður klárt til tíðina.

 

Undir myndini ber til at hoyra eina ljóðsamrøðu við Petur Elias Petersen um hetta málið. Annars ber til at lesa nógv meir um málið í Sosialinum, sum er komin í sølubúðirnar.