Á Gotlandi eru tey langt síðani byrjað at telja niður til summarið í 2017, tá tey á vøkru, stóru oynni í Eystrasalti skulu hýsa teimum 17. oyggjaleikunum.
Øll kend fólk í Svøríki við virðing fyri sær sjálvum hava eitt summarhús, ella eina summarsmáttu úti í Gotlandi. Og verður tað ikki nøkur oyggj, sum manglar undirstøðukervi ella praktiskar foranstaltningar.
Gotland hýsti oyggjaleikunum í 1999, og millum føroyingar, bæði íðkarar og miðlafólk, sum vóru í eldinum tá er semja um, at leikirnir á Gotlandi í 1999 standa sum ein av teimum best skipaðu oyggjaleikunum nakrantíð. Møguliga bara leikirnir á Álandi í 2009 kunnu kappast við leikirnar á Gotlandi í 1999 í so máta.
Á oyggjaleikum á Gotlandi, og á Álandi hevur praktiski sansurin verið stórur.
Samskipari fyri oyggjaleikunum, sum verða á Gotlandi frá leygardegnum 24. juni til fríggjadagin 30. juni í 2017 er Per Wallstedt. Á Gotlandi er Per Wallstedt kendur, sum ítróttarjournalistur. Per Wallstedt hevur eisini eina stóra bakgrund, tá tað kemur til oyggjarleikir. Hann hevur í sínum arbeiði verið við til 10 oyggjaleikir. Fyrstu ferð var á Gibraltar í 1995.
Per Wallstedt ætlar at virka fyri, at oyggjaleikirnir í 2017 verða ein stór fólkaveitsla, og hann ætlar at gera nógv fyri, at gotlendingar koma at hyggja eftir ítrótti á høgum støði.
Í oktober er ætlanin at savna 145 sjálvboðin fólk, sum koma at starvast saman fyri at fyrireika leikirnar í 2017. Per Wallstedt hevur higartil arbeitt hálva tíð, sum samskipari fyri oyggjaleikunum í 2017, men frá 1. september at rokna fer hann at arbeiða fulla tíð, sum samskipari av oyggjaleikunum.