Oyggjaleikirnir eru sterkari enn nakrantíð, og teir hava skapt stóra ítróttarliga menning á oyggjunum, sum hava luttikið í leikunum hesi 28 árini, leikirnir hava verið hildnir.
Tað heldur Jørgen Pettersson, sum er formaður fyri altjóða Oyggjaleikanevndina – International Island Games Association, IIGA.
- Eg havi verið við í Oyggjaleikum frá byrjan, og eg havi sæð, hvussu ótrúliga nógv ítróttarfólkini, kappingarnar og leikirnir hava ment seg hesi árini. Oyggjaleikirnir hava tað framúr gott, nú vit fara til Bermuda, sigur Jørgen Pettersson.
- Oyggjaleikinir hava givið ítróttarfólki á oyggjunum altjóða avbjóðingar á góðum stigi, og tað hevur verið við til at ment ítróttarfólkini og ítróttargreinarnar á teimum oyggjunum. Eisini hava vit sæð, at oyggjarnar hava fingið royndir í at skipa fyri stórum altjóða kappingum.
Rætti møguleikin
Tá ið Oyggjaleikinir vóru fyrstu ferð í 1985, vóru 700 ítróttarfólk úr 15 oyggjum við á leikunum. Síðani er luttakaratalið vaksið munandi, og hóast onkur sveiggj hava verið – tí summir leikir hava verið dýrari at luttaka á enn aðrir – so er generelli áhugin fyri Oyggjaleikunum nógv vaksin.
Seinastu tríggjar leikirnar hava millum 2200 og 2400 ítróttarfólk luttikið í kappingunum.
- Øll vilja kappast í altjóða samanhangi, um tey fáa kjansin til tað. Tað er ein stór og hugalig avbjóðing, og Oyggjaleikirnir hava givið ítróttarfólki, sum annars ikki høvdu so lætt við at fáa hendan kjansin, ein møguleika at verða við í altjóða kapping. Tí eru Oyggjaleikinir blivnir ein suske, heldur Jørgen Pettersson.
Nógv færri á Bermuda
Luttakaratølini fyri Oyggjaleikirnar vísa, at tað gongur eitt sindur upp og niður við luttakaratalinum. Seinastu árini hevur tað mest gingið upp. Á leikunum á Guernsey í 2003 vóru 2129 ítróttarfólk við. Síðani minkaði talið munandi til leikirnar í Hetlandi í 2005, sum vóru avbjóðandi við kostnaði og ferðing. Á næstu leikunum vaks talið væl upp um tvey túsund aftur, men nú Bermuda er vertur fyri leikirnar, verða 1225 ítróttarfólk við. Orsøkin er, at ferðingin til Bermuda og uppihaldið har er ein stór avbjóðing – serliga fíggjarliga – fyri flestu oyggjarnar. Tí hava Oyggjaleikirnir mist eini túsund ítróttarfólk hesaferð.
Jørgen Pettersson sær tó ikki tann stóra trupulleikan í hesum.
- Vit vistu frá byrjan, at leikirnir á Bermuda fóru at verða ein stór avbjóðing, og at tað fóru at verða færri luttakarar. Men tað gongur upp og niður, tá ið kostnaðurin fyri ferð og uppihald hækkar og lækkar, og tað tola vit. Tá ið leikirnir vóru í Hetlandi minkaði luttakaratalið, og vit kunnu eisini rokna við, at luttakaratalið í Føroyum í 2019 verður minni enn tað er nógva aðrastaðni.
- Á leikunum á isle of Wight fyri tveimum árum síðani var fimtahvørt ítróttarfólk antin fótbóltsspælari ella kurvabóltsspælari, og tað er serliga liðítrótturin, sum verður verri umboðaður á Bermuda. Tað síggi eg ikki sum tann stóra trupulleikan, tí tey koma viðaftur næstu ferð, og hesaferð fáa aðrar ítróttargreinar so betri umtalu og pláss á leikunum, sigur Jørgen Pettersson.
- Harafturat skulu vit eisini kunna hava leikirnar á Bermuda, í Hetlandi og í Føroyum, sigur Jørgen Pettersson.
***
Føroyar fáa leikirnar
Altjóða Oyggjaleikanevndin ætlar, at Oyggjaleikirnir í 2019 verða hildnir í Føroyum. Oyggjarnar samdust fyri nøkrum árum síðani um, at tað skuldi ikki verða beinleiðis kapping um at fáa leikirnar, men oyggjarnar skuldu samráðast seg til, hvør skuldi hýsa Oyggjaleikunum. Og semja er um, at Føroyar fáa leikirnar í 2019.
- Ein avbjóðing er sjálvandi golfvøllurin, sum tað er brúk fyri til Oyggjaleikirnar, og eg vóni, at føroyingar fáa gjørt hendan vøllin, sigur Jørgen Pettersson.
- Føroyar eru sera væl egnaðar til at hýsa Oyggjaleikunum. Tit hava góð ítróttaranlegg, tit duga væl at fyriskipa, eru blíð og fyrikomandi, og eg havi eina greiða kenslu av, at fólk standa saman um Oyggjaleikirnar, sigur Jørgen Pettersson. Hann rósar eisini forsetanum í Ítróttarsambandinum, Petur Elias Petersen, fyri at gera eitt sera gott arbeiði í sambandi við ítróttin og Oyggjaleikirnar.
- Í heyst skulu Føroyar lata eina formliga umsókn til Oyggjaleikanevndina, og so vænti eg, at tað verður staðfest endaliga næsta summar, at leikirnir í 2019 verða hildnir í Føroyum, sigur formaðurin í IIGA.
****