Forsetin í Ítróttarsambandi Føroya, Heðin Mortensen, er ein av teimum mongu føroyingunum, sum vera á Guernsey komandi vikuna.
Hann er ovasti leiðarin fyri føroyska ítrótt, og hann er sera fegin um møguleikarnar, sum Oyggjaleikirnir geva føroyskum ítróttarfólki.
? Flestu kappingarnar á oyggjaleikunum passa sera væl til føroyingar. Enn eru onkrar ítróttargreinar, har vit ikki eru komin upp á sama støðið sum aðrar oyggjar, men tað eru hinvegin eisini ítróttargreinar, har vit ganga á odda, sigur Heðin Mortensen.
? Oyggjaleikirnir eru góðir hjá ítróttafólkum, sum hava hesar leikir sum endaligt mál, og teir eru eisini góðir hjá teimum, sum vilja við í aðrar alheimskappingar. Á Oyggjaleikunum ber til at fáa royndir í millumtjóða kappingum á høgum støði, og slíkar kappingar styrkja okkara ítróttarfólk, heldur Heðin Mortensen.
Menning
ÍSF-forsetin nevnir fótbólt, flogbólt og svimjing, sum dømi um ítróttargreinar, har føroyingar eru við heilt har frammi.
? Føroysk ítróttarfólk fáa nakrar góðar avbjóðingar á Oyggjaleikunum, og slíkir leikir eiga at verða ein liður í menningini av føroyskum ítrótti, sum miðjar ímóti at verða við í øðrum alheims kappingum, heldur Heðin Mortensen.
So at siga allar av føroysku ítróttargreinunum, sum eru við á Oyggjaleikunum, bjóða seg fram í kappingin um heiðursmerki, og yvirlitini yvir heiðursmerki seinastu árini vísa, at føroyingar eru við millum tey bestu á leikunum.
? Nú vóni eg, at fyrireikingarnar hjá føroysku ítróttarfólkunum fara at koma til góðar, og at vit fara at fáa eitt gott úrslit á Guernsey.









