Oyggjaleikirnir eru góðir fyri búskapin

OYL 15: Á Jersey vænta tey at standa við einari góðari inntøku, tá gestirnir eru farnir heim

Umframt, at tað er ein stór ítróttarlig og fólkslig uppliving at hýsa oyggjaleikunum, so kann tað eisini verða eitt gott ískoytið til búskapin hjá vertslandinum.

 

Sambært BBC Jersey, so kemur jerseyanski búskapurin at vinna fýra miljónir bretsk pund uppá oyggjaleikirnar. Í dagsins kursi svarar tað til góðar 42 miljónir krónur.

 

Derek de la Haye, sum er ein av høvuðsfyrireikarunum av leikunum á Jersey sigur við BBC Jersey, at tað kostar 1,9 miljónir bretsk pund - góðar 20 miljónir krónur at reika fyri oyggjaleikunum. 

 

Men Derek de la Haye staðfestir í samrøðuni við BBC Jersey, at allar íðkararnir, leiðararnir, miðlafólkini og áskoðararnir frá hinum oyggjasamfeløgunum, sum vitja á Jersey í hesum døgum koma at leggja somikið av peningi eftir seg, at talan verður um eitt gott búskaparligt ískoytið. Hann metir, at vinningurin fyri Jersey av vitjandi gestunum kemur at liggja um tær fýra miljónirnar í bretskum pundum - góðar 42 miljónir krónur í okkara peningi.