Oyggjaleikirnir bera ikki fleiri fólk

Stovnarin og upprunamaðurin aftanfyri oyggjaleikirnar heldur, at markið er nátt við oyggjaleikaluttakarum

Oyggjaleikir

 

Rás2 hevði promonenta vitjan í Marhællan-konferansurúminum í løgtingshúsinum í Mariehamn ígjár.

Tann ógvuliga, blíði, spelkni og ungdommiligi stovnarin av oyggjaleikunum, Geoffrey Corlett av Man greiddi hugtakandi frá oyggjaleikunum.

82 ára gamli manbúgvin fullførdi eitt triatlon, tá hann fylti 80 ár, og er hann ógvuliga byrgur, gløggur og væl grundaður og orðaður í tí, sum hann ber uppá mál. Geoffrey Corlett hevði ongantíð ímynda sær, at oyggjaleikirnir fóru at gerast so stórir og umfatandi, har heili 3.200 fólk taka lut á leikunum. Hann undirstrikar, at markið er nátt. Tað ber ikki til at taka fleiri oyggjar við í International Island Games Association.

– Nú er vorðið avmarkað hvussu nógv oyggjasamfeløg kunnu hýsa leikunum, og tað er ikki ein støða eg hevði ímyndað mær, tá vit byrjaðu við oyggjaleikunum í 1985. Spurdur um ein burdi fari yvir til at sett kravtíðir til fólk at koma til oyggjaleikirnar, og møguligar kvalifikasjónskappingar, fyri at fáa talið av luttakarum nakað niður, so fleiri oyggjar kunnu hýsa leikunum, svarar Geoffrey Corlett, at tað er nakað ein eigur at umhugsa fyri at fáa eitt forsvarligt tal av luttakarum. Kortini fegnast hann um, at tað er ein kapping um at hýsa oyggjaleikunum. Men høvuðsfilosofiin hjá honum er, at talan er um teir vinarligu leikirnar.

– Vit oyggjabúgvar hava so nógv til felags, og hava nógv at geva hvørjum øðrum. Tað er ein góð kemi millum okkum oyggjabúgvar.

 

Byrjanin í 1985

Tankin um oyggjaleikirnar føddist í 1983. Tað árið gjørdi stjórnin á Man av, at árið 1985 skuldi vera eitt serstakt ítróttarár. Tá føddist tankin um eina ítróttakapping millum oyggjar. Tað fall nátúrligt, vit settu okkum í samband við ermasundsoyggjarnar, Guernsey og Jersey.

Man hevur havt eitt stórt samstarv við Guernsey og Jersey, sum eisini hava eina sterka banka- og fíggjarvinnu. Fyrstu ÌSF-umboðsfólkini, sum Geoffrey Corlett kom í samband við, vóru John og Bente Kjær. Alt síðani tey møttust fyrstu ferð í 1985 hava tey verið vinir.

– Oyggjaleikirnir hava givið mær eitt risastórt tal av vinum kring øll oyggjasamfeløgini, og tað hevur onkuntíð sligið meg, at vóru oyggjaleikirnir ikki settir á stovn, so var eg ongantíð komin at kenna øll hesi fantastisku fólkini, greiðir Geoffrey Corlett frá. Hann minnist við stórari gleði aftur á setanina í 1985.

– Eg minnist tá tey 700 fólkini marsjeraðu inn á leikvøllin í Douglas (høvuðsstaðnum á Man red.). Lagið ”Chariots of Fire” ljóðaði gjøgnum hátalarnar, tað var ein stór og kensluborin løta fyri meg. Tá fyrstu oyggjaleikirnir vóru, lá tað ikki í kortunum, at leikirnir skuldu halda fram. Men tær 15 oyggjarnar, sum tóku lut sóu skjótt, at oyggjaleikirnir vóru vegurin fram, og avgerðin fall um at stovna altjóða oyggjaleikasambandið.

– Eg minnist endahátíðina í 1985, tá tað bleiv kunngjørt, at oyggjaleikir fóru aftur at vera í 1987, tá vildi fagnaðurin ongan enda taka.

 

Møguleikin er har

Geoffrey Corlett hevur vitjað allar oyggjaleikirnar, sum hava verið hildnir. Hann minnist eisini gott aftur á oyggjaleikirnar, sum vóru í Føroyum í 1989. Men flennandi greiðir hann frá einari stuttligari og margháttligari uppliving, sum hann hevði á Toftum.

– Eg minnist, at vit høvdu ein tekniskan fund við tey, sum reikaðu fyri tí frælsa ítróttinum á Toftum. Fundurin var hildin til klokkan trý um náttina, og eg minnist, at tað var blivin ljósur morgun, tá vit komu aftur til Havnar.

Geoffrey Corlett minnist eisini gott aftur á tann stóra blíðskapin hjá John og Bente Kjær, tá oyggjaleikirnir vóru í Føroyum. Hann heldur eisini, at føroyingar dugdu væl at skipa fyri leikunum, og heldur hann, at møguleikin fyri, at Føroyar aftur verður vertur fyri oyggjaleikunum, skuldi ikki verið ov langt burtur.