Oyggjaleikirnir aftur til Føroya

Ítróttarsamband Føroya hevur longu tikið fyrstu stigini til, at Føroyar aftur gerast vertur fyri Oyggjaleikunum. Heðin Mortensen, ÍSF-forseti, heldur, at allir føroyingar mugu samstarva um at gera Føroyar klárar til at hýsa Oyggjaleikunum aftur, og hann heldur, at 2013 er rætta árið at bjóða seg fram

Lerwick: ÍSF-forsetin Heðin Mortensen er í hesum døgum í Hetlandi, her hann fylgir føroysku ítróttarfólkunum, sum eru við í Oyggjaleikunum.
Heðin Mortensen hevur eisini brúkt ein part av tíðini í Hetlandi til at taka fyrsta stigið í eini ætlan, sum skal fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroyar.
Tað verður tó ikki fyrsta dagin ella næsta ár, at leikirnir koma til Føroya.
 Tað er ein sjálvfylgja, at Oyggjaleikirnir skulu koma aftur til Føroya. Spurningurin er bara nær. Eg havi eitt boð, og tað er 2013. Eg veit væl, at tað ikki enn er avgjørt, hvar leikirnir verða í 2011, men har er onkur sterkur kandiatur inni í myndini, og tí skulu vit helst leggja okkum eftir 2013, sigur Heðin Mortensen.
 Men skulu vit hava Oyggjaleikirnar aftur til Føroya, so kunnu vit ikki leggja okkum á latu síðuna og bíða eftir 2013. Vit mugu fyrireika okkum til leikirnar og gera tær neyðugu útbyggingarnar av ítróttarligu fasilitetunum. Her hugsi eg serliga um rennibreyt, reiðskapshøll til fimleik og skjótibreytir. Hetta er neyðugt, um vit skulu hýsa Oyggjaleikunum aftur, sigur hann.

Alt má vera klárt í góðari tíð
Tá ið avgerðin um, hvør skal fáa Oyggjaleikirnar í 2009, varð tikin á aðalfundinum hjá IGA týsdagin, spældi tann ítróttarligi parturin ein avgerandi leiklut. Áland varð tikið fram um Ynes Mon, tí álendingar hava góðar umstøður til ítrótt sum er og ikki er neyðugt við umfatandi útbyggingum.
 Oyggjarnar krevja meira og meira av tí ítróttarliga, og tað nyttar ikki bara at lova at gera alt klárt til einar komandi leikir. Tað hevur víst seg, at oyggjarnar hava ikki klárað at hildið tað, sum tær hava lovað, og tí verða oyggjarnar nú valdar, um tær hava fasilitetirnar klárar.
 Tí er tað umráðandi fyri Føroyar, at vit í góðari tíð kunnu siga, at vit hava allar neyðuga karmar til at hýsa ítróttargreinunum á Oyggjaleikunum.
Eitt annað, sum kann gerast ein trupulleiki í Føroyum, og sum var ein trupulleiki í Hetlandi, er gistingin, men hetta hava hetlendingar loyst elegant  um enn nakað dýrt  við hotelskipum.
 Hendan loysnin hevur riggað avbera væl, og tað kundi eisini verið ein loysn hjá okkum í Føroyum. Um vit vóru úti í betur tíð, hevði tað ivaleyst eisini verið gjørligt at fingið skipini bíligari, heldur Heðin Mortensen.

Ítróttur klára tað ikki einsamallur
Tað er eitt stórt tak at halda Oyggjaleikir. Í Hetlandi hevur samstarvið verið sera gott millum ítróttin, myndugleikar, felagsskapir og sjálvboðin fólk, og hetta er eisini nakað, sum føroyingar mugu gera.
 Ítróttarsambandið kann ikki lyfta hesa uppgávuna sjálvt. Skal tað eydnast at fáa leikirnir til Føroya, og tað skal gerast eitt professionelt fyrireikararbeiði, so skal Ítróttarsambandið fyrst og fremst verða við, landsstýrið má eisini við, og tað sama má vinnulívið og kanska serliga ferðavinnan eisini. Tað er ein treyt, at pengar verða tøkir til at byggja út fyri.
 Ítróttarsambandið skal taka initiativið, og tað hava vit tikið fyrr. Vit ætlaðu at fáa leikirnar til Føroya í ár, og vit sendu brøv út til myndugleikar fyri at fáa sett gongd í arbeiðið at fyrireika Føroyar til leikirnar, men vit frættu einki aftur. Tí er tað, at eg sigi, at Ítróttarsambandið klárar hetta ikki einsamalt, tað má alt Føroya land verða við í arbeiðnum, sigur Heðin Mortensen.

Ítrótturin manglar stóra avbjóðing
Oyggjaleikirnir hava í nógv ár verið eitt lokomotiv í nógvum ítróttargreinum í Føroyum, og tað lokomotivið kundi sett enn meira ferð á, um leikirnir komu aftur til Føroya, og neyðugu útbyggingarnar vórðu gjørdar.
 Vit skulu seta okkum spurningin, hvat vilja vit við ítróttinum. Vit hava verið nokk so nógv á veg upp eftir, men nú haldi eg, at vit standa í stað. Vit eru góð á ávísum økjum, men um vit ikki hava eina gularót fyri framman, so er vandi fyri, at nógv dettur niður fyri aftur.
Men er hetta bara leyst tos ella verður nakað ítøkiligt gjørt av Ítróttarsambandinum?
 Ja, vit gera nakað, og tað fara vit eisini at gera, tá ið vit koma heimaftur. Hetta er ikki bara nakað, sum vit siga. Løgmaður hevur verið saman við okkum her í Hetlandi. Hann hevur sæð, hvussu leikirnir verða hildnir, og vit hava havt fund saman við honum, har vit hava greitt honum, frá, hvat skal til fyri at halda leikirnar.
 Eg haldi, at skal føroyskur ítróttur menna seg, so er tað avgerandi neyðugt, at vit fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya, sigur Heðin Mortensen.

-------

Fakta

Oyggjaleikir hava verið hildnir síðani 1985, og leikirnir í Heltandi eru tí teir 11. í røðini.

Í ár eru tað liðin 20 ár síðani fyrstu leikirnar, sum vóru hildnar á Isle of Man.

Oyggjaleikirnir hava verið  og verða  á hesum oyggjum:

1985: Isle of Man
1987: Guernsey
1989: Føroyar
1991: Áland
1993: Isle of Wight
1995: Gibraltar
1997: Jersey
1999: Gotland
2001: Isle of Man
2003: Guernsey
2005: Hetland
2007: Rhodos
2009: Áland