Fyri løtu síðani kunngjørdi Oyggjaleikanevndin at Oyggjaleikirnir 2021 vera hildnir í Guernsey. Avgerðin varð einmælt samtykt á aðalfundinum hjá Oyggjaleikanevndini í Gotlandi 2. juli. Hetta er triðju ferð, at leikirnir verða hildnir á Guernsey.
Forkvinnan í fyrireikingarnevndini á Guernsey, Mary Perkins, gleðir seg til leikirnar.
- Guernsey er stolt av at verða vald at hýsa Oyggjaleikunum 2021. Oyggin hevur tvær ferðir áður verið vertur fyri Oyggjaleikunum, í 1983 og í 2003. Nógvir av hentleikunum, slíkir leikir krevja, eru longu til staðar og halda høgan altjóða standard. Guernsey hevur dyggan stuðul frá stjórnini, bæði fíggjarliga og í at hjálpa á mangan hátt at tryggja at leikirnir eydnast væl hjá øllum íðkarunum, ið taka lut. Vit gleða okkum at at menna og stuðla vinabandið millum oyggjasamfeløgini. Sum forkvinna í fyrireikingarnevndini gleði eg meg at seta saman besta toymið fyri at tryggja, at 2021 verður hugnaligt og væl vert tað fyri allir okkara vinir í teimum 24 limaoyggjasamfeløgunum.
Aðalfundurin var hildin í Gotlandi, sum verður vertur fyri leikunum í 2017. Jörgen Petterson, formaður í Oyggjaleikanevndini sigur, at fyrireikingarnar eru komnar væl áleiðis.
Oyggjaleikirnir í 2019 verða hildnir í Gibraltar, sum nýtti høvi á aðalfundinum at kunngera, at tvær nýggjar greinar vera við, Sandflogbóltur og Landavegssúkkling. Báðar greinarnar hava verið við á øðrum leikum, men vóru ikki við í upprunaliga ætlanunum fyri Gibraltar 2019.
Líkt er tí til, at føroysku súkklararnir eisini sleppa at kappast um heiðursmerki undir Oyggjaleikunum í 2019.










