Oyggjaleikir: Torkil vann silvur

Torkil Veyhe kom á mál sum nummar tvey í 100 kilometrar súkklingini á Bermuda í dag. Hann var bara millimetrar frammanfyri nummar trý og fýra.

Torkil var allatíð millum teir fremstu, men klári ikki heilt at fylgja vinnaranum seinasta kilometrin, men vísti hvørjum hann er gjørdur við at vinna sprintin um annað plássið.

Súsanna Skylv Sørensen bleiv nummar átta í 60 kilometra súkklingini. Hon kom mál á mál saman við vinnaranum og fremsta bólkinum, men hevði ongan møguleika í sprintinum.

Bæði tvey vóru hóast alt fegin um úrslitini.